Far til forsíðu
Síðuyvirlit
English version
Føroyskt rættarøki Virkisøki Advokatar Starvsfólk
Leita
Lóggáva og umsiting
Dómsvald
Uttanríkisviðurskifti
Ognir til sølu
Hóast Føroyar eru partur av

danska kongaríkinum og hava verið tað í eini 600 ár, hava Føroyar ongantíð verið samanrunnar við ríkiseindina, tá ræður um lóg og rætt. Hetta hevur bæði søguligar, landafrøðiligar og mentunarligar grundir.

Tá Føroyar gjørdust partur av danska ríkinum í 14. øld var tað sum norskt útland, og norskar lógir vóru framvegis galdandi í Føroyum. Sum frá leið og Føroyar gjørdust alt meira samanrunnar við Danmark, varð donsk lóggáva í alt størri mun sett í staðin fyri norska lóggávu. Tó skuldi framvegis serstakur kunngerðarháttur til, um donsk lóggáva skuldi vera galdandi í Føroyum.

Eftir 2. heimsbardaga vóru samráðingar millum Føroyar og Danmark um sjálvstýri. Hesar samráðingar endaðu við, at heimastýrislógin frá 1. apríl 1948 varð samtykt. Hendan lóg er framvegis galdandi.
Síðan heimastýrislógin varð samtykt, hevur skipanin verið hendan:

 

Frúutrøð 4 - Postboks 6 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands - Tel. +298 35 33 35 - Fax. +298 35 33 36 - e-mail jura@jura.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media